Stutt og greitt

   

Miðflokkurin tók undir við skattalætta á kr. 127 mill. fyri 2003 og 2004. Tað besta fyri borgaran er, at hann í størri mun sjálvur sleppur at avgera, hvat hann skal nýta sín pening til. Skattalætti er eisini góður familjupolitikkur, tí meiri verður at ráða yvir í einstaka húsarhaldinum. Har tvær inntøkur eru, gevur hesin skattalættin í rundum tølum eina meiri upphædd at ráða yvir á kr. 10.000 fyri einstaka húsarhaldið.
Hinvegin mugu almennu tilboðini til tey, sum eru verri fyri í samfelagnum, ikki versna orsakað av, at skattalætti verður veittur, og tað hava vit megnað at hildið fast um. Játtanin til heilsuverkið hækkar komandi ár sambært fíggjarlógaruppskotinum, og er hetta ein greið ábending um, at hetta hevur høga politiska raðfesting.
Gev Miðflokkinum framvegis ávirkan, so veitst tú, hvat tú fært.