Heldur enn HM fótbólti síðsta summar halda serfrøðingar tað vera búskaparliga uppsvingið, sum er orsøkin til stóra vøksturin í talinum á føðingum, sum var fyrsta fjórðingin av hesum árinum Heilt síðani í sjeyti árunum hevur talan verið um støðuga afturgongd í talinum av føðingum í Týsklandi. Tí hevur tað vakt stóran ans, at føðingarnar vóru so nógvar fyrsta ársfjórðing í ár. Tosað verður um babyboom.
Í Týsklandi eru tað tey, sum halda, at orsøkin til gleðiliga rákið er, fagnaðurin í sambandi við HM í fótbólti, sum síðsta summar var í Týsklandi.
Fyrsta ársfjórðing vórðu 21 prosent fleiri børn fødd í Týsklandi enn sama tíðarskeið í 2006. Tað veit Jyllands Posturin at siga sambært Berliner Morgenpost, sum hevur spurt seg fyri í øllum teimum stóru býunum.
Talið tykist markera nýtt rák. Fyri fyrstu ferð síðani í 1970unum er talan um framgongd í burðartalinum. Talið var lækkað til at vera eitt tað lægsta í Europa. Miðaltalið var komið niður á 1,34 fyri hvørja kvinnu, og talið var vorðið so lágt, at tað í Týsklandi við ironi varð tosað um, at týskararnir vóru við at doyggja út!
Bremen er tann býurin, har talið á nýføddum vaks mest. Har vórðu 21 prosent fleiri børn fødd tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár enn somu mánaðir í fjør. Í Køln og Magdeburg hækkaði talið 15,6 prosent og í Erfurt hækkaði tað 12,5 prosent. Í Køln vórðu fødd 2.824 børn ella 381 fleiri enn fyrsta ársfjórðing í fjør.
Í Berlin var talan í gásareygum bara um 5 prosent fleiri barnsburðar fyrsta ársfjórðing í ár sammett við í fjør. Í býarpartinum Schöneberg-Tempelhof var vøksturin kortini 20 prosent.
Í Kiel og Mainz royndist tað ikki heilt so væl sum í hinum stóru býunum. Har var talan um lítla afturgongd í barnsburðartalinum.
At talið sum heild er hækkað so nógv verður av serfrøðingum mett at stava frá, at talan er um búskaparligan vøkstur og tað, at nýggj skipan við barnapengum er sett í gildi heldur enn, at fólkið var í serliga góðum hýri undir HM kappingini í fótbólti.