Stutt landsliðskarriera

Vagnur Mohr Mortensen hevur helst havt stytstu føroysku landsliðskarrieruna higartil. Tá Føroyar tann 1. juni í fjør leiktu móti Hollandi, varð Vagnur skiftur inn, eftir at teir 90 minuttirnir vóru lidnir. Honum eydnaðist ongantíð at nerta við bóltin ta tíðina, sum hann var á vøllinum.