Judo
Tilsamans vóru yvir 200 leikarar úr 18 londum við í kappingini, og einans í Búgvasa vektbólki, -81 kg., vóru ikki færri enn 35 luttakarar.
Fyrsti dystur
Búgvi kom eftir lutakastið at kappast í tí fyrsta dystinum, og tað var eisini ein sera sterkur mótstøðumaður, ið møtti honum á máttuni.
Pär Evenäs úr Uppsala í Svøríki hevur luttikið í mongum altjóða kappingum, har hann hevur vunnið fleiri heiðursmerkir, hóast ongi teirra hava
verið gull.
Hendan dagin kom Búgvi tó sera væl frá byrjanini, og heilt tíðliga í dystinum eydnaðist tað Búgva at kasta svian við einum kasti, ið nevnist Tomoe Naga, men hann fekk onki fyri kastið.
Dysturin helt fram við sera jøvnum leiki, til sviin einaferð herjaði á við einum kasti, sum tó ikki eydnaðist, men hann skifti tó beinan vegin og
kastaði Búgva við einum øðrum kasti, sum hann fekk Ippon fyri, t.v.s. fult stigatal, og harvið hevði hann vunnið dystin.
Finnin
Búgvi fekk ein dyst afturat, og tað var ímóti Vesa Rantala úr Finlandi, sum eisini er ein sterkur leikari.
Hesin dysturin hevði eisini eina javna byrjan. Ikki langt inn í dystin satsaði Búgvi við einum Ushi Mata til vinstru, men hann fekk ikki kasti at sita, og áðrenn hann visti av, kastaði finnin Búgva við einum mótkasti og vann dystin.
Harvið var Búgvi sligin úr kappingini. Hóast hann ongan dyst vann, so stóð Búgvi seg bara væl í kappingini, sum var á sera høgum støði.
Næsta altjóða kappingin hjá Búgva verður Matsuma Cup, sum verður í Danmark í februar komandi ár.