Feast og The Goat er um seks menn, ið ofraðu sítt lív fyri at at sleppa av við ónda einaræðisleiðaran í Dominikanska Lýveldinum. 35 ár seinni kemur Urania Cabral (Isabella Rosselini) aftur til Santo Domingo at tosa við pápan, ið arbeiddi fyri einaræðisleiðaran. Her eru loyndarmál, órættur og samansvørjingar. Syrgiligt at síggja Isabellu leika í einum so vánaligum filmi. Sjálvt um søgan byggir á skaldsøguna ”Bukkens Fest’” eftir kenda Mario Llosa Vargas. Filmurin er melodramatiskur og patetiskur.
2 stjørnur av 6.
Babel er hin mest rósti filmurin higartil í 2007, og hann hevur fingið hópin av Oscarvirðislønum og virðislønina í 2006 í Cannes fyri bestu leikstjórn.
Ein heitur bussur í Marokko við móðum heitum og sløvum amerikanskum ferðafólkum. Við eitt verður ein kvinna skotin inn gjøgnum vindeygað. Í støðum er filmurin vakur og minnir okkum um, at vit liva í einum heimi, har samskifti og tað, at fólk veruliga skilja hvørt annað, er horvið. Filmurin fer beint niður í okkara tíðar andadrátt og tekur globalu vandamálini, órættin og hvussu útsett og sart vit øll eru í veruleikanum. Filmurin er politiskur, men mest av øllum er hann poetiskur, stillur og vakur.
5 stjørnur av 6
Lykkens Musikant er er ein endurútgivin gamal danskur klassikari um eina eldri damu, sum letur nógvar ungar tónleikarar búgva ókeypis, bert um tey duga at spæla okkurt ljóðføri. Hetta er klassiska søgan um list mótvegis fornuft, bohemin mótvegis vinnulívinum. Sjálvt um filmurin er fittur, so er hann ótrúliga gamaldags og naivur.
2 stjørnur av 6
Snow Cake er ein hugtakandi søga um kærleika og eitt løgið forhold millum ein mann, sum krógvar seg frá síni fortíð, eina autistiska mammu og eina aðra meiri litinskapiliga kvinnu. Sigourney Weaver leikar væl, men onkunsvegna er filmurin ov stillur og løgin.
2 stjørnur av 6
Wallander er ein røð av krimifimum, ið byggja á søgur eftir kenda Henrik Mankell. Hesir filmar hava eitt budgett uppá 190 milliónir krónir. Í partinum Containeren finna tey eina bingju fulla av deyðum fólkum. Bert eitt barn er á lívi. Hetta er hópdráp á stakkals ólóglig flýggjandi fólk. Wallander er nógv betur gjørdir krimifilmar enn vanligt er. 89 minuttir.
4 stjørnur av 6










