Hetta segði stjórin hjá Opel Danmark, Klaus Kibsgaard, við Sosialin fyri tveimum vikum síðani, tá hann vitjaði í Føroyum í sambandi við, at Opel-umboðið í Føroyum, P/F Meinhardt Arge, nú eisini tekur yvir Saab-umboðið.
General Motors Danmar umboðar nú merkini, Opel, Cadillac, Chevrolet og Saab.
General Motors eigur bæði Saab Danmark og Opel Danmark, og fyri at gera raskturin lættari, verða feløgini løgd saman.
5000 úr starvi hjá Ford
Tann amerikanska Fordverksmiðjan ætlar at minka talið av starvsfólki við millum 4.000 og 5.000 innan árslok. Felagið væntar, at fráfaringarendurgjald í sambandi við uppsøgnirnar fara at kosta felagnum 700 milliónir dollarar eftir skatt.
Hóast ógvusligu skerjingina í starvsfólkatali væntar felagið, at størsti parturin av hesum starvsfólkum kunnu fara frá við nátúrligari frágongd.
Umframt uppsagnarendurgjaldið væntar Ford at skula avskriva eina 200 milliónir dollarar í sambandi við skeivar íløgur í elektróniskan handil og ymsar venture-íløgur á bilaøkinum.
Toyota og Honda økja
Teir japansku bilaframleiðararnir, Honda og Toyota, eru á odda, tá tosað verður um øking í sølu og framleiðslu á heimsplani.
Í heimssamanhangi hevur størsti bilaframleiðarin í Japan, Toyota, víðkað framleiðsluna í juli við 4,4% samanborið við sama mánað í fjør. Honda, sum er næststørsti bilaframleiðari í Japan, hevur víðkað framleiðsluna við 11% í sama tíðarskeiði.
Økingin í framleiðsluni hendir, hóast japanski búskapurin ? sum er nær tengdur amerikanska dollaranum ? er í kreppu.
Tríggjar milliónir Skoda
Skoda bilverksmiðjan hevur framleitt tríggjar milliónir bilar, síðan VW yvirtók leiðsluna í 1991. Jubileumsbilurin varð ein silvurgráur Skoda Oktavia.
Kelda: Motor Magasinet
Hyundai til Russlands
Hyundar Motor, Suðurkorea, hevur gjørt av at fara undir framleiðslu av bilum í Russlandi. Málið er at framleiða 70.000 bilar komandi fimm árini við modellunum Matrix, Accent, Santa Fe, Sonata og tann nýggja fýra-hjólstrekkjaran, Terracan.
Flestu lutirnir og komponentarnir koma úr Suðurkorea og verða settir saman á eini verksmiðju einar 1.000 km sunnan fyri Moskva.
Boðini um, at Hyundai fer undir framleiðslu í Russlandi koma frá leiðsluni hjá Hyundai á eini bilaframsýning í Moskva. Hyundai hevur selt góðar 17.000 bilar síðani 1991 gjøgnum sjey forhandlarar, men hevur júst skrivað undir sáttmála við eitt størt felag í Russlandi, sum beinanvegin víðkar Hyundai-umboðini í Russlandi til 70.