Beate L. Samuelsen
Býráðslimur í Havn
Munurin er bara hann, at Tórshavnar býráð stuðlar ikki teimum festivalum, ið tú nevnir í aftursvarinum. Teimum sponsoratunum standa privatar fyritøkur fyri.
Og tað er júst har, hundurin liggur grivin.
Mál, sum býráð, bygdaráð, løgtingið ella almennir stovnar stuðla fíggjarliga ella hava ynski um at stuðla fíggjarliga, skulu endavendast í politiskt samansettum nevndum. Slíkari pappírsmyllu sleppa privatir sponsorar undan.
Um so var, at vit stuðlaðu festivalum sum býráð, ivist eg ikki eina løtu í, at tað hevði verið upplýst í málinum, sum nevndarlimirnir høvdu fingið upplýst undir viðgerð av eini møguligari umsókn.
Tær upplýsingar vantaðu í tónleikatiltakinum Asfalt bæði í februar og aftur í mai, men tað kanst tú ikki gera við.