Sigurð S. Simonsen
valevni á lista B
Góðu fuglfirðingar!
Sum vit øll minnast, so valdu allir 4 listarnir ið stillaðu upp til seinasta kommunuval, at arbeiða saman tey komandi 4 árini. Tó eydnaðist ikki at fáa øll á lista E við í samarbeiðið, orsaka av innanhýsis trupulleikum í lista E. 
Tveir av fýra limum av hesum lista vóru sostatt ikki við í nevndararbeiðinum og var tað stórt spell.
Undirritaði var valdur sum býráðsformaður við 7 av 9 atkvøðum og fekk harvið heiti sum borgarstjóri eftir nýggju kommunu-stýrislógini, ið kom í gildi 1. januar 2001.
Um býráðið og býráðsarbeiðið er stutt at siga, at tað hevur verðið einn góður dámur (atmosfera) og gott arbeiðslag hesa setuna. Arbeiðið úti í nevndunum hevur verði dygdargott og hevur hetta fingið býráðsfundirnar at gingið lættari.
Her er hóskandi at nevna, at Fuglafjarðar kommuna hevur 7 fólk í fyrisitingini, umframt borgarstjóran. Hesi fólkini hava øll drúgvar royndir og eru sera skikkaði, hvør á sínum øki. 
Mangan hava hesi fólkini verði góð í ráðum, eisini hjá fólki og fyrisitingum uttan fyri bøgarðarnar.
Búskaparliga hevur kommunan, eins og landið alt, ligið á einum jøvnum høgum støði seinastu 4 árini. 
Uppgongdin sum byrjaði í 1997 flataði mest sum út í 2000 og hevur verið støðug líka til nú. 
Nú vit eru komin út í endan av oktober 2004 og hendan setan nærkast endanum, kunnu vit bert staðfesta at búskaparstøði hómast at lækka. 
Um framtíðarútlitini skal eg ikki røða um her, men í aðrari grein.
Hvussu megnaði so hetta býráðið at stýra. Orðatakið sigur jú, at tað skullu breiðar herðar til at bera góðar tíðir. Í hesum meinast við, at tað ikki er minni krevj-andi at sita við ábyrgd í góðum tíðum.
Frá byrjan av vóru vit í býráðnum samdir um at føra ein breiðan politik, soleiðis at skilja, at einki øki skuldi detta niðurímillum. Nógv hevði ligið á láni í teim ringu tíðunum og hildu vit tað vera nátturligt at taka hond í hetta í góðum tíðum.
Úrslitið síggja vit í dag. Tað er ikki tað øki, vit ikki hava verði inni á við meir ella minni játtanum.
Áhugavert hevði verði at fari inn á hvørt øki sær og greina tað út í smálutir, men er hetta ikki rætta høvi til tað (annars eru roknskapirnir bornir út til hvørt hús í kommununi á hvørjum ári).
Ùtreiðsluhagtølini eru deild upp í 11 høvusøkir og fyri at stytta um greinina, verður víst samlaða nýtslan á hvørjum øki, fyri tey seinastu 4 árini. 
Av hesum kan ein so síggja hvørjar raðfestingarnar hava verið.
Útreiðslur vístar í mió. Kr.2001-2004
Fyrisiting19,2
Havnir20,0
Renovatión/byggibúning10,5
Teknisk mál29,2
Skúlamál16,2
Mentan og frítíð13,9
Barnaansing28,9
Social- og heilsumál9,9
Rentur7,8
Íløgur og grunnar *39,1Lánsgjøld18,5
Tilsamans213,3
Inntøkur 
Skattur159,1
Havnir23,6
Aðrar inntøkur/fígging **30,7Tilsamans213,3
*)størstu postar eru skúlin (16 mió.), havnalagið (14 mió.) og útstýkking (5,5 mió)
**) størstu inntøkur eru foreldragjøld, næmingagjøld (gøtu og leirvíksbørn) og bústovnagjald (Vesturstova)
Samanumtikið kann sigast, at Fuglafjarðar kommuna hevur verið útbýgd nógv seinastu árini, men lutfallsliga nógv tey sístu 4 árini.
Hvussu sær so út fíggj-arliga? Her verður ofta svara við at seta nettoskuld uppímóti einari álíkning.
Sum víst í tølunum niðanfyri (góðkend roknskapartøl), so er nettoskuldin hjá Fuglafjarðar kommunu nógv lækka seinastu árini.
Nettoskuld 
2003200220012000
8.140.87713.309.79916.674.74020.645.718
Nettoskuldin pr. 31.12.2003 var uml. 8 mió. 
Tó er nettoskuldin pr. 20.10.2004 økt til uml. 12 mió. Hetta kemst av, at avgjørt var at frammskunda skúlabyggingina og bleiv hetta fíggja við lántøku.
12 mió. svara til minni enn eina kvart álíkning. 
Hvussu langt aftur í tíðina ein skal leita eftir, at Fuglafjarðar kommuna bara skyldaði eina kvarta álíkning veit eg ikki, men tað er so ikki komið fyri í nýggjari tíð.
Tí vil eg takka núsitandi býráðnum fyri, at "herðarnir vóru nóg breiðir til at bera góðar tíðir".









