Sturttligt tónleikartiltak

Nú kl. 16 verður forkunnugt tónleikatiltak fyri børnum í Kommunuskúlanum í Kongagøtu í Havn Danski sangbólkurin Skrål bjóðar føroyskum børnum á konsert, har tey sjálv eru við til at gera innihaldið.

Tónleikur kann koma burtur úr ongum, og øll kunnu vera við. Soleiðis siga tey úr danska bólkinum Skrål, sum fer at hava konsert fyri børnum úr 1. til 6. flokki.

Skrål brúkar bara røddir og hugflog. Við hjálp frá børnunum og einum pappageyki spyrst góður tónleikur burturúr. Tað er vakurt, fjákut, fitt, hip-hop og øgiliga løgið. Skrål er ein spennandi uppliving, har tú lurtar, spælir, syngur og skapar.

Í Skrål eru Kristian Skårhøj, Lene Nørgaard, Morten Mosgaard og sjálvandi pappageykurin Repito.