Fleiri dystir hava verið spældir í ensku steypakappingini, EFL-Cup í kvøld.
Mest spennandi dysturin var í Liverpool, har tvey av oddaliðunum í Premier League, Liverpool og Tottenham, hittust.
Í tí dystinum spældi Liverpool seg víðari. Daniel Sturridge legði Liverpool á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, og sami Daniel Sturridge økti eisini til 2-0 í seinna hálvleiki. Seint í dystinum minkaði Vincen Janssen um munin fyri Tottenham við brotssparkið, men Tottenham var ongantíð veruliga nær við at fáa spenning í aftur dystin. Liverpool vann tískil 2-1 og hevur spælt seg víðari í EFL-Cup kappingini.
Arsenal vann ein sokallaðan plikt sigur á heimavølli móti Reading. Teir vunnu dystin 2-0 við tveimum málum frá Alex Oxlade-Chamberlain.
Eisini Newcastle spældi seg víðari í kvøld. Teir vunnu ein knúsandi 6-0 stórsigur á heimavølli móti Preston North End.
Úrslitini í EFL-Cup í kvøld:
Arsenal – Reading 2-0 (1-0)
Bristol City – Hull 1-2 (0-1)
Leeds United – Norwich 1-1 (1-1) Spæla longda leiktíð í løtuni
Liverpool – Tottenham 2-1 (1-0)
Newcastle – Preston 6-0 (2-0)










