Vandamikli Liverpool áleyparin, Daniel Sturridge, sum farna kappingarár hevði eitt frálíkt samstarv við Luis Suarez, hevur í ár verið nógv burtur frá liðnum hjá Liverpool vegna skaða.
Tað er ein skaði í mjødnini, ið hevur argað Daniel Sturridge, og í dag boðar Liverpool áleyparin frá, at hann hevur verið í USA undir skurði.
Daniel Sturridge skrivar á Twitter.
- Vil bara at heimurin skal vita, at eg havi verið ígjøgnum eina væl eydnaða skurðviðgerð í dag, og eg takki Guði fyri, at tað var møguligt. Síggi frameftir og uppeftir nú. Takk fyri stuðulin.
Daniel Sturridge verður ikki tøkur aftur á liðnum hjá Liverpool, fyrrenn komandi kappingarár









