Manchester United, Liverpool og Tottenham vóru millum favorittarnir, ið vunnu sínar dystir í Premier League í dag. Fyri Liverpool kom væl við, at Daniel Sturridge kom aftur á vøllin, eftir at hava verið skaddur í fimm mánaðir.
Manchester United vann lættliga á Leicester á Old Trafford. Bæði Robin van Persie og Radamel Falcao hava verið fyri ávísum atfinningum í ár, men í dag skoraðu báðir í 3-1 sigrinum á Leicester. Manchester United var longu á odda 3-0 í hálvleikinum.
Liverpool hevur trupult við at umseta møguleikar til mál. Tað sást eisini í dag, men í seinna hálvleiki bragdaði, tá fyrst Raheem Sterling legði Liverpool á odda, og so innskifti Daniel Sturridge skoraði til endaliga úrslitið 2-0.
Christian Eriksen skoraði aftur fyri Tottenham. Við beinleiðis frísparki skoraði hann sítt níggjunda mál fyri Tottenham hetta kappingarárið. Harry Kane økti til 2-0 og 3-0, sum gjørdist úrslitið.
Premier League 23.umfar:
Hull – Newcastle 0-3
Crystal Palace – Everton 0-1
Liverpool – West Ham 2-0
Manchester United – Leicester 3-1
Stoke – QPR 3-1
Sunderland – Burnley 2-0
WBA – Tottenham 0-3
Chelsea – Manchester City (17:30)










