Sturgeon: Møgulig nýggj fólkaatkvøðu eftir Brexit

Skotar verða møguliga skjótt aftur spurdir, um teir ynskja at loysa frá Bretlandi

18. september 2014 valdu 55,3 av veljarunum nei, tá skotar blivu spurdir, um teir ynsktu at Skotland skuldi vera ein sjálvstøðug tjóð, meðan 44,7 prosent atkvøddu ja.


Talan var um eitt dyggan smeit fyri skotska loysingarflokkin SNP, ið eftir fleiri ár við valdið, vónaði at skotar vóru klárir at siga farvæl við Bretland.


Men nú røkist fyri, at tey fáa ein møguleika aftrat at sannføra sínar landsmenn og kvinnur um, at Skotland kann standa á egnum beinum. Nicola Sturgeon, skotski forsætismálaráðharrin, sigur við sjónvarpsrásina ITV í dag, at hon umhugsar at skipa fyri eini nýggjari fólkaatkvøðu, tá greitt er hvørjar avleiðingarnar av Brexit verða.


- Tá vit fáa greiðu á, og tað verður vónandi í heyst, avleiðingarnar av Brexit og hvussu framtíðar sambandið verður millum Bretland og ES, fari eg aftur at hugsa um røttu løtuna til eina fólkaatkvøðu um loysing, segði Sturgeon við ITV.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at skotski forsætismálaráðharrin hevur nevnt eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing. Longu eftir fólkaatkvøðuna um Brexit boðaði hon frá, at SNP ynskti eina nýggja fólkaatkvøðu, men tá flokkurin til tjóðartingsvalið í summar fór aftur við 13 prosentstigum og misti 21 tingsessir, bleiv úrslitið tulkað sum at skotar ikki ynsktu eina nýggja fólkaatkvøðu og sostatt tagnaði prátið í nakrar mánaðir.


Seinastu mánaðirnar er Nicola Sturgeon tó aftur farin at tosa um møguleikarnar fyri eina nýggja fólkaatkvøðu og fyrr í vikuni ákærdi Teresa May, bretski forsætismálaráðharrin, skotska starvsfelagan fyri einans at vera móti Brexit-avtaluni, tí hon ynskir eina ósemju, ið kann birta undir eina nýggja fólkaatkvøðu.