Nú verða kanningar settar í verk at vita um tað ber til at spara hjá bygdaleiðum.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur frætt, at boð eru komin frá landsstýrismanninum í vinnmálum um, at Bygdaleiðir skulu spara 20 prosent.
Og nú vil hann hava at vita frá Johan Dahl, hvat er í hesum. Johan Dahl sigur, at í sáttmálunum fyri Bygdaleiðir, er ein spennið upp á 20 prosent hvønn vegin.
Tí hevur hann biðið Strandferðsluna kanna um tað ber til at seta sparingar í verk hjá Bygdaleiðum.
Í hesum sambandi hevur Strandferðslum boðsent teimum, sum røkja Bygdaleiðir, á fund at umrøða viðurskiftini og at vita um tað ber til at spara. Men um tað ber til at spara, og hvussu nógv tað ber til at spara, er óvist.
Tinglimir halda, at hetta eru lítið hugalig tíðindi, tí teir stúra fyri, at sparingar fara at raka ferðasambandi hart, serliga til smáplássini.
|