Fríggjadagin var stuntdagur í Norðskála-Oyrar skúla Danin Jørn Muhl, ið er lærari og ofta undirvísir í stuntum var á vitjan á skúlanum, har børnini frá fimta til tíggjunda flokk sluppu at royna seg sum stuntfólk.
Fólkini á skúlanum vóru sera fegin um vitjanina, sum loyvdi teimum at uppliva nøkur øðrvísi og áhugaverd ting, sum vóru stuttlig.
Jørn Muhl greiddi frá, at stunt er eitt fyribrigdi, sum er eitt millumting millum fimleik og sjónleik, har mann sannførir onnur um at hendingar fara farm, sum ikki eru heilt veruligar.
Hetta stendur millum annað á heimasíðuni hjá skúlanum.










