Samstundis sum vespur eru tiltiknar at stinga dúgliga, er eisini tiltikið, hvussu ringt tað er at stinga frens. Og tá AB og NSÍ møttust inni í Vika á Argjum seinnapartin leygardagin, gekk sjón fyri søgn, at tað í øllum førum ikki eydnaðist vespunum at stinga frensin.
Tvørturímóti kundi heimaliðið fyri aðru ferð í ár fegnast um, at trý stig komu á kontuna eftir dyst ímóti NSÍ. Tá AB síðst í mai mánaði vann 1-0 í Runavík, var tað ein sensatión, men tað var tað ikki hesa ferð!
Í fyrra hálvleik royndu báðir partar at spæla álopsfótbólt, hevði AB munin eftir steðgin, har verjan fekk vart seg fyri øllum vespuálopum og annars megnaði serstakliga væl at stinga aftur.
NSÍ hevði annars sæð út til at hava fingið fótin fyri seg síðstu dystirnar, men leygardagin vísti liðið ongantíð nóg samanhangandi spæl til at hótta avgerandi. Hinvegin vísti AB tryggleika kring allan vøllin og skapti við jøvnum millumbili kjansirnar, ið at enda gjørdu munin og góvu sigurin.
Ikki minst vísti tað seg, at nýggi norðmaðurin á liðnum, Stig-Roar Søbstad, er ein framúr góður spælari, ið er kvikur og hevur gott eyga fyri spælinum, umframt at hann er tryggur á bóltinum. At AB hevur fingið henda styrkin, sær út til at lyfta restina av liðnum, ið strálar av sjálvsáliti.
Raktu træverkið
Tað var annars NSÍ, ið kom á odda eitt gott korter inn í dystin. Károly Potemkin royndi seg við góðum skoti úr vinstru síðu, sum Tórður Thomsen í AB-málinum akkurát fekk sligið út um stongina til hornaspark. Tað sendi Bogi Løkin innfyri, og eftir at Jóhan Troest Davidsen fyrst hevði fingið høvdið á, boksaði Tórður bóltin longur út. Men har stóð Christian Høgni Jacobsen og tók ímóti, og hann tamdi skjótt og sendi bóltin í einum bleytum boga í tóma málið til 1-0.
Leiðslan helt sær bara í fýra minuttir, so hevði AB javnað. Bólturin kom innfyri úr vinstru síðu, og Meinhardt Joensen fekk toygt seg upp um allar og boksað burtur í fyrstu atløgu. Vandin var tó ikki av enn, tí bólturin endaði hjá Dion Splidt, sum á brotsteigarmarkinum tók ímóti, tamdi og sendi trygt í tóma NSÍ-málið til 1-1.
Eftir hetta vóru fleiri smærri og størri kjansir til liðini fyri steðgin, og eisini eftir steðgin vóru næskar royndir. Nikolaj Eriksen skjeyt fyrst á stongina og løtu seinni eisini á yvirliggjaran hjá NSÍ, og í hinum endanum hevði Klæmint Olsen eisini eitt skot á yvirliggjaran hjá AB.
Tvey kontramál
Eitt gott korter inn í seinna hálvleik fall so málið, ið broytti fortreytirnar hjá báðum pørtum og fekk avgerandi týdning fyri úrslitið. Károly Potemkin fekk fatur á bóltinum, men var troðkaður aftur um miðjuna, har hann síðani misti bóltin. Tróndur Sigurðsson, sum var komin inn beint áðrenn, fekk fatur í bóltinum og spældi Stig-Roar Søbstad púra leysan, so hesin trygt kundi skora til 2-1.
Nú lá alt trýstið á gestunum úr Runavík, sum máttu og skuldu fram á vøllin fyri at fáa javnleik. Men partvíst rakk hugflogið ikki til at skapa neyðugu kjansirnar, og partvíst var verjan hjá AB so mikið stinn, at illa lá fyri at sleppa ígjøgnum hana. Tolið var heldur ikki til staðar, og NSÍ legði so nógv fyri, at mestsum eingin verja var eftir til síðst.
Tað megnaði AB so at revsa enn eina ferð, tá bara fimm minuttir vóru eftir. Aftur var tað Stig-Roar, sum brúkti skjótleikan, tá hann fekk fatur í bóltinum í vinstru síðu, og við ferð rak av egnari hálvu og fram ímóti brotsteiginum hjá NSÍ, áðrenn hann ósjálvsøkið spældi tvørturum til Kenneth Jacobsen, ið var púra leysur og fekk sent bóltin í málið til 3-1.
NSÍ royndi at trýsta síðstu løtuna, men kom ikki nærri. Sostatt hevur AB fyribils meldað seg úr botnstríðnum og kann so smátt byrja at hyggja uppeftir, meðan NSÍ tilsvarandi er heilt úti í útjaðaranum av oddastríðnum.
MYNDATEKSTUR:
Nýggi norðmaðurin á AB-liðnum, Stig-Roar Søbstad, er ein sannur fongur, tí hann er kvikur og hevur gott eyga fyri spælinum, umframt at hann sær út til at lyfta restina av liðnum, ið nú strálar av sjálvsáliti
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir