Stungin við knívi - eru ikki í lívsvanda

Tey fýra fólkini, sum vórðu stungin við knívi í Norðdepli í morgun, eru ikki í lívsvanda.

Enn veit løgreglan ikki, hví ein ungur maður fór so álvarsliga til verka í Norðdepli í morgun, at hann stakk fýra fólk við knívi, onkur av teimum meiri enn einaferð, eftir tí, løgreglan veit beint nú.

Tað var um átta tíðina í morgun, at ein 18 ára gamal maður fór inn í eini hús, har eitt ungt par lá og svav og legði á tey við knívi.

Løgreglan sigur, at tey sluppu sær undan og hildu á dyr, einar 50 metrar yvir til húsini hjá ommuni og abbanum tann unga mannin, sum varð stungin.

Men maðurin við knívinum helt aftan á tey, heilt inn í sovikamarið hjá teimum eldru hjúnunum og har brúkti hann eisini knív ímóti bæði ommuni og abbanum.

Tey vardu seg og maðurin fór so á dyr og fór til gongu frá húsinum.

Tey fingu ringt eftir løgregluni og tey vórðu síðani øll fýra flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Tey eru ikki í lívsvanda og hava tað gott eftir umstøðunum, sigur løgreglan.

Løgreglan sigur, at gerningsmaðurin, sum bara er 18 ára gamalur, varð handtikin i Hvannasundi eina løtu seinni.

Hann læt seg handtaka uttan nakað hóvasták, men løgreglan sigur, at hann er illa fyri sálarliga og er ikki serliga hugaður at tosa við løgregluna um hendingina.

Sami maður varð handtikin og skuldsettur fyri harðskap í Klaksvík leygarnáttina.  

Av tí sama veit løgreglan ikki enn, hvat tað var, sum fekk hann at gera ein ógerning, sum hendan.  

Á myndini eru sjúkrabilar akkurát komnir á Klaksvíkar Sjúkrahús við teimum, sum vórðu stungin