Harry Benjaminsen
Toftir 03.07.01
????????????????
Sum stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag fer undirritaði at gera nakrar viðmerkingar til Eyðbjørn Jacobsen, nevndarlim í Havnar Arbeiðsmannafelag. Eitt tað fyrsta, ið rann mær í huga tá eg las hesa grein í F. F. blaðnum var, at slíkt orðaskvaldur, sum kemur frá hansara skriving, eigur ein ikki at taka í álvara, men meira ein lesur greinina, jú ósakligari gerst hon og er í nógvum førum beinleiðis ósonn.
Vígdis Johannesen vil greinskrivarin ikki viðgera, tí hon skal hanga í skjúrtufaldi Ingeborgs. Slík háðan kann ikki fara ósvarað aftur við borðinum. Vígdis Johannesen er møguliga ikki ein kvinna av nógvum orðum, men tað hon sigur er væl gjøgnumhugsað og skil í. At hon skal hanga uppií Ingeborg er heldur ikki so løgið, tá tær umboða tvey feløg, sum samráðast saman, onnur skal jú vera frontfigurur.
At skíra limirnar hjá HAK at verða misnýttar av Ingeborg til at føra herferð móti HA, er tað reina tvætl.
Nevndin í HAK er samansett av 5 kvinnum, sum eru valdar í nevndina til at røkja áhugamálini hjá limum sínum og kann eg vátta, at tær kunnu og duga at siga sína meining, sum eisini verður tikin í álvara og lurtað eftir. Kundi hent, at hesar vóru dugnaligari enn fleiri av nevndarlimunum í HA.
Formanninum í FA kann eg bera alt gott sum leiðara, sum stjórnarlimir eru vit á nógvum fundum saman og sigast kann, at allar avgerðir, sum koma frá FA, ikki koma frá Ingeborg, men frá stjórnini.
Greinskrivarin átti at vitað, at vanlig mannagongd er at tað er formaðurin, sum úttalar seg vegna felagið. Hetta er møguliga ikki so hjá HA? Men bara formaðurin persónliga, sum kemur til orðanna.
Um formanssessin í FA kann upplýsast, at hon á seinasta aðalfundi varð einmælt vald til at sita í tvey ár, so hetta má vera dygg álitisváttan ? eisini frá S&K, sum greinskrivarin ávarar um at »varnast vandan«?
Samráðingar:
HA fór til samráðingar í ár fyri at fáa tann »tápuliga mun«, sum var íkomin seinast, burtur fyri at fáa tað sama í løn sum FA og HAK kundu samráða seg til, um hesin gjørdist betri enn tann hjá HA. Hetta er tann beiski veruleiki.
Samráðingarupplegg tykkara er ikki eingang skrivað niður á pappír, er fortalt av álítandi keldur, so at skíra FA og HAK at skriva av tykkara krøv er tann reini heilaspuni frá tær. Nei, góði, so lágt ríða FA og HAK ikki. Tað vórðu brúktir nóvir fundir til at skriva og viðgera tey krøv, vit komu við, sum vóru fleiri síður av reguleringum og ymiskum í sáttmálanum, vit vildu betra um.
Tá greinskrivarin skuldsetir FA og HAK at leggja seg aftanfyri HA fyri at fáa syndabukkar, má ein bara smílast. Eg loyvi mær at hugsa um greinskrivarin yvirhøvur var við til samráðingarnar, tá hann er so lítið vitandi um tað, ið fór fram. Veruleikin er tann, at sáttmálin hjá HA bleiv longdur 2 samdøgur út um tíðarskeiðið tá sáttmálin hjá FA og HAK gekk út, men 8 tímar og 2 samdøgur áðrenn sáttmálin hjá HA gekk út blivu teir bleytir í knøunum og skrivaðu undir sama semingsuppskot, sum vit vrakaðu, tí eingin aldursviðbót var við, sum vit høvduagt stóra orku í og vildu hava við í ein komandi sáttmála.
Um kílaseting kann bert sigast, at FAG sjálvandi veit hvar garðurin er lægstur. Tað er so ikki hjá FA og HAK, har samarbeiðið hevur verið sera gott og vónandi kemur at halda fram arbeiðaranum at gagni.