Løgreglan hevur tikið ein mann í gjárkvøldið og hevur skuldsett hann fyri drápsroynd.
Hann, og ein annar maður, sum báðir eru í fýratiárunum, høvdu verið saman í eini íbúð í gjárkvøldið, tá ið teir blivu osamdir um eitthvørt.
Tað endaði við, at annar maðurin dróg knív og stakk hin tríggjar ella fýra ferðir í búkin.
Tað eydnaðist manninum, sum var stungin, at sleppa sær í bilin, har hann koyrdi á Landssjúkrahúsið.
Har varð hann lagdur undir skurð og løgreglan fekk fráboðan um málið.
Løgreglan sigur, at støðan hjá manninum var álvarslig, tá ið hann kom á landssjúkrahúsið, men at tamarhald nú er á henni, tó at hann enn er innlagdur
Gerningsmaðurin varð handtikin heima hjá sær sjálvum eina løtu seinni, uttan nakað hóvasták og hann situr nú í varðhaldið.
Løgreglan veit ikki so nógv um tilburðin enn, men tey viðgera tað sum drápsroynd og arbeiða nú við at útgreina málið.
|