Stundum-stundum ikki heldur fram

Higar til hava á leið 700 fólk sæð skemtileikin Stundum stundum ikki, sumk í farnu viku varð sýndur í Løkshøll í Runavík. Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum stendur fyri leikinum, hevur tí gjørt av, at sýningar halda fram. Sýningarnar hesa vikuni eru hvønn dag frá hóskvøldinum til sunnudagi. Tað er íslendska Saga Jónsdóttir, sum hevur leikstjórnað leikinum.