Stundin er komin til hugburðbroyting í fiskivinnuni

Nú oljudroparnir eru dýrari enn nakrantíð, og krøvini um útlát gerast strandari fyri hvørt ár, er høvi, at føroyingar broyta hugburð frá at vera ein fiskiveiðitjóð, ið altíð hevur lagt seg eftir kvantiteti (nøgd), fer at leggja seg eftir kvaliteti (dygd)

Havi sjálvur verið sjómaður nógv ár. Tann ránsveiða, ið fór fram við trolarunum, var so óhugnalig, at orð eru ikki fyri tí. Uppi í Barentshavinum, tá ið nógv var at fáa, sást tú sjáldan dekkið. Tað varð bara fylt oman á, tá ið trolið hevði verið úti eina ávísa tíð. Ovasta lagið av fiskinum frysti og var ov hart at flekja, tí vóru øll hesti tonsini tveitt útaftur. Teir niðastu fiskarnir vóru kleimdir, og tí vóru eisini tey mongu tonsini traðkaðir út gjøgnum lensiportrið. Hýsa, kalvi og onnur dýr fiskasløg fóru sama veg. Fyri ikki at tala um høvd, ryggir og innvølirnir á fiskinum. Bara stóri toskurin var tikin mitt burtur úr tí øgiligu fiskarúgvuni á dekkinum, sum alla tíðina lá javn við lúnningini.

Uttan at vera fiskifrøðingur, undrist eg yvir, at serkunnleikin rópar so hart um, at skal fiskastovninum verða lív lagað, er neyðugt fullkomulig at friða inni við land. Ja, men har er einki at friða, tí fiskur livir ikki á plinkum og miðum. Kønir útróðrarmenn, sum kenna fiskileiðirnar framvið landi eins væl og teirra egna buksulumma, koma, eftir at hava roynt heilar dagar, aftur á landið við einum brondingi og tveimum seiðum. Soleiðis hevur tað ongantíð verið áður. Um lítið var til okkkurt ár, so fekk tú altíð til eini knettir. Her er tí einki at friða.

Fiskurin kemur mær vitandi uttan av havinum og inn á grunnin. Hann kemur ikki saman við seyðinum oman úr fjøllunum. Er alt havið avhegnað við effektivasta trolreiðskapi, so sigur tað seg sjálvt, at fiskurin sleppur ikki inn at landi.

Meira enn fjøruti ár eru liðin síðani eg fyrstu ferð av á Vertíð í Íslandi. Longu tá, fyrrapartin í seksti árunum, kom størsti parturin av íslendska flotanum inn hvørt kvøld við veiðini. Og veiðan var fiskur, ið bara var bløðgaður. Kruvt var í landi, har úrdrotturin í fiskinum, bæði rogn og livur, vóru gagnnýtt. So langt frammi vóru íslendingar longu tá.

Í dag bjóðar marknaðurin sær eisini at keypa magan og annað úr fiskinum. Mær vitandi er slíkt aldri komi uppá tal í Føroyum, at leggja seg eftir, at fáa sum best burtur úr smærri nøgdum.

Ikki bara vildi hetta givið nógv arbeiði á landi, men eisini givið manningini umborð, eitt munandi betrið lív, at sloppið undan í illveðri at standa heili samdøgur og reinsa hvønn tertling.

Trol er eitt ránsveiðiamboð. Tað ikki bara oyðir, men oyðileggur havbotnin og styggir fiskin. Trol og húkur kunnu ikki saman. Tað er ein sannroynd.

Eingir grunnar verða oyddir av húkaveiði. Fiskurin kann ikki siga nei takk við eitt trol, men tað kann hann gera við ein húk - og hann ger tað eisini - ofta. Loddið kann rulla í fiski, men hann býtur ikki á fyrr enn hansara tíð er.

Á føroysku fiskigunnunum, bæði á djúpum og grunnum vatni, eigur bara húkaveiði vera loyvd. Har afturat átti fiskurin verið landaður hvønn dag. Tað vildi gjørt góðskuna so góða, at vit høvdu ongan inntøkumiss havt, tvørturímóti, við tíðini høvdu vit fingið munandi meira fyri nógv smærri nøgdir.