Løgtingið hevur longt freistina eina viku, soleiðis at skúlar kunnu tekna til Ungdómsting í síðsta lagi 13. Desember.
Formansskapur Løgtingsins skipar fyri ungdómstingi 10. og 11. februar næsta ár. Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum.
Endamálið við Ungdómstinginum er at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið, at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinu, at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði, at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um.
Hetta er fimtu ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum. Á seinasta ungdómstingi í februar 2012 luttóku fýra skúlar við tilsamans fimm skúlaflokkum.
Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu níggju lógaruppskot, sum millum annað snúðu seg um ferðslu, valrætt, skúlaviðurskifti og fyribyrging.
Umframt at viðgera lógaruppskotini fingu ungdómstingfólkini eisini høvi at seta landsstýrismonnunum munnligar fyrispurningar. Tey spurdu m.a. um samferðslu, súkklubreyt, kommunumál, siðamisbrot, skúlaviðurskiftur og valrætt.
Seinasta freist at lata inn uppskot til Løgtingið er fríggjadagin 13. desember 2013.
Herfyri vitjaðu Anna Rein, løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni, umframt Katrina Hanusson og Rani Høgnason Hansen, luttakarar á ungdómstinginum í 2010 og 2012 á Rás2. Les og hoyr meira um tað við at TRÝSTA HER.
Løgtingið hevur savnað saman tilfarið frá seinasta ungdómstingi. Tilfarið sæst við at TRÝSTA HER.