Tað tykist, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í býráðnum í Havn nú eru vorðin so mikið samd, at samgongan nú fer til verka. Kunngjørt er samstarvskjal, har greitt verður frá teimum týdningarmestu málunum hetta til 2012. Tey evni, sum ítøkiliga standa ovast á breddanum, eru byggingin av fimleikarhøllini í Gundadali, skúli á Argjum, musikkskúlin og útvegan av grundstykkjum. Her eru eisini nakrar politiskar útmeldingar og boðað verður frá, at tað skal vera gott at búgva í kommununi og at fíggjarligt skynsemi skal havast í næsta valskeiði. Hetta er sjálvandi hugaligt hjá borgarunum at lesa, hinvegin vildi tað verið heilt óhugsandi, at ein samgonga hevði lagt út við politiskum útmeldingum, sum søgdu tað øvugta.
Tað liggur nú ikki sørt av álvara í hesum. Meirilutin ger vart við, at ansast má eftir, at ein ikki byrjar eina kreppu. Hetta skal helst skiljast so, at meirilutin ikki æltar at gera sama mistak sum landsstýrið, nevniliga at høgga bremsurnar so hart í, at alt steðgar upp. Við at bremsa og fremja stórar niðurskurðir undir heitinum sparingar, kann tað almenna soleiðis styrkja tær neiligu kreftir, sum elva til fíggjarliga og búskaparliga kreppu. Býráðið í høvuðstaðnum er sera væl fyri fíggjarliga og kann loyva sær at reka ein ekspansivan politikk uttan, at hetta nervar fíggjarligu støðuna. Galdførið er gott og lánsmøguleikarnir tykjast eisini sera góðir. Tað kann tí staðfestast, at býráðsamgongan við byrjan av samstarvinum sendir eitt jaligt signal til borgararnar, eitt signal, sum kann verða við til at halda mótinum uppi hjá fólki, nú alt tykist ganga skeiva vegin og búskaparligir trupulleikar rúgva seg upp úti sum heima.
Aðrar áhugaverdar raðfestingar eru í avtalaða politikkinum. Her eru ætlanir fyri útjaðaran, ið skulu tryggja borgarunum har betri ferðasamband og størri útboð av grundøkjum. Ikki óvæntað er ætlað at gera nakað við miðbýin, sum skal verða ein livandi býarpartur, og Vágsbotnur og Tórsgøta skulu mennast mentunarliga. Ætlanin er at hava ein samskipaðan ungdómspolitikk, soleiðis at Hoyvíkin, Kollafjørður og Eysturbýurin fáa betri møguleikar í frítíðini. At enda verður lovað betri gjøgnumskygni, soleiðis at kærur og umsóknir verða svaraðar beinanvegin, samstundis sum kommunan fer at kunna um alt virksemið umvegis heimasíðuna.
Samantikið ein áhugaverdur og visjonerur býráðspolitikkur, sum allir flokkar ivaleyst kunnu taka undir við. Skal hesin politikkur hava nakran møguleika, mugu samgonguflokarnir nú semjast um leiðsluspurningin og leggja opna klandrið burtur. Hetta áhaldandi stríðið styrkir ikki um álitið millum borgararnar og gagnar ongum. Høvuðstaðurin hevur brúk fyri eini sterkari og virkisfýsnari samgongu, sum ikki brúkar orkuna til klandur um valdstøður og um hvør kann gerast mest sjónligur komandi árini. Nú er stund at semjast.