- Við góðari hjálp frá fólki í Norðoyggum, hevur politiið nú fingið til vega megin partin av stóru peningaupphæddini, ið bleiv stolin á Viðareiði, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi í dag.
Politiið fekk seinnapartin fyrradagin eitt ”tip”sum førdi til, at megin parturin av stolnu peningaupphæddini bleiv funnin.
- Ongin er enn skuldsettur í málinum, men politiið hevur onkran illgrunað til hvør viðkomandi kann verða, ið hevur framt stuldurin, skrivar løgreglan.
Av tí at kanningararbeiðið ikki er komi á mál, kann politiið ikki nevna nakað um, hvussu stór peningaupphædd talan er um ella hvar peningaupphæddin er funnin.
- Politiið takkar øllum teimum, ið hava ringt og hjálpt til við kanningarbeiðnum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur í tíðindaskrivi.