Tveir tilburðir um stuldur úr hjallum vórðu fráboðaðir til politiið fríggjadagin.
Fyrrapartin varnaðust fólk í Hvalvík, at onkur hevði verð inni í hjalli teirra og stolið tvey turr tjógv, tvær fløskur av víni og nakrar fløskur av rúsdrekka.
Um kvøldið tók politiið ein mann, sum hevði verið inni í einum hjalli á Toftum og tikið fýra tjógv.