Stuldur
Løgreglan í Klaksvík sigur frá eini friðarligari stevnu. Tó varð eitt mál um stuldur fráboðað løgregluni.
Leygardagin seinnapart fekk handilin Trillan, ið selur konufólkaundirklæði, vitjan av trimum ungum gentum.
Starvsfólkið í handlinum hevur ikki hugt nóg væl eftir fremmandu gestunum, tí tá tær vóru farnar, varnaðust tey, at kassin var tømdur. Einar 2000 krónur eru tiknar.
Málið verður ikki kannað nærri, tí fólkið í handlinum ikki dugir at siga nágreiniliga, hvussu tær síggja út, og prógvini eru ikki nóg haldgóð.
Annars hevði løgreglan lítið at gera. Tilsamans hava tíggju fólk verið á støðini og sovið rúsin av, og tað er lítið á eini stevnu.