- Har er ikki eitt klovið oyra.
Tað sigur Jón Eirikur Joensen, organistur í Miðvágs kirkju, sum í gjárkvøldið uppdagaði, at onkur hevði stolið peningin úr tveimum bússum í kirkjuni.
Tað var aftaná nógvu umrøðuna síðstu dagarnar um innbrot í kirkjum kring landið, at organisturin valdi at kanna hvussu støðan var í Miðvágs kirkju.
- At síggja til, so sær man ikki, at nakað hevur verið har. Men um man hyggur nærri, so sæst at onkur hevur antin skorið ella fílað hongslini av bússunum og tømt teir fyri alt innihald. Sambært prestunum, so er tað langt síðani, at bússurnar seinastu vórðu tømdar.
Miðvágs kirkja er vanliga ikki opin, men tá ferðafólk biða um atgongd til kirkjuna, so kann tað henda, at kirkjan stendur opin í nakrar tímar.
- Eg dugi ikki at síggja, at nakar hevur brotið seg inn í kirkjuna. Vanliga er hon stongd, men um ferðafólk boða frá, at tey ynskja at síggja kirkjuna, so kann hon standa opin í nakrar tímar. Men tað eru vanlig hampafólk, ið vitja kirkjuna.
Miðvágs kirkja er fimta kirkjan í landinum, ið hevur boðað frá stuldri. Frammanundan hevur onkur tømt bússurnar í kirkjunum í Tjørnuvík, Norðskála, Sandavági og Hvannasundi.










