Árligi galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyar, sum er eitt stuðulstiltak til børn við krabbameini, verður á Hotel Føroyum leygarkvøldið 13. februar, og tiltakið byrjar klokkan 19.
- Vælvildin kennir eingi mørk, og nú eru tvey tónlistainnsløg aftrat komin á skrá, soleiðis at hesi nú verða átta í tali.
Tað sigur Krabbameinsfelagið, sum vísir á, at aftrat Peturi Háberg, Bollunum, Kristinu Bærendsen, Signari í Homrum, Guðruni Sólju Jacobsen og Døgg Nónsgjógv, fara eisini Tórshavnar Manskór og Hallur Joensen at undirhalda.
- Borðstjóri verður kendi, dugnaligi og hugnaligi, Rudolf Joensen, sum felagið tekur til, og lagt verður aftrat, at við galladøgurðan verður góður matur við fýra rættum og drykkivørum afturvið.