Á fíggjarætlanini fyri 2025 eru kr. 100.000 settar av til endamálið.
Reglugerð fyri stuðulskonto til fríðkan
Eysturkommunu býráð hevur samtykt, at geva borgarum í kommununi loyvi at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu, sum eru alment gagnligar.
Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera:
- smærri gøtur
- grøn økir
- smærri trivnaðarøkir
Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.
Fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi uppfylla fylgjandi treytir:
- vera almenn gagnlig
- hava eina kostnaðarmeting
- hava eina tíðarætlan
- stuðul umfatar tilfar og ikki arbeiðsløn
Umsóknarfreistin er 14. mars 2025.
Umsókn, sum lýsir endamálið við stuðlunum, kostnaðarmeting og tíðarætlan, verður at senda til eystur(at)eystur.fo