Tvær játtanir eru júst latnar úr Sjúkrakassagrunninum til tiltøk á heilsuøkinum.
Autismufelagið hevur fingið játtað kr. 80.000 til Autismuráðstevnuna 2015, sum verður í Norðurlandahúsinum 17. og 18. september 2015. Á ráðstevnuni verður dentur lagdur á sálarfrøði, inklusión av fólki við autismu og etikk og respekt í samband við autismu.
Føroyafelag fyri Børn/Ung við Føroyasjúkuni hevur fingið játtað kr. 41.460 til EPI-374 seminar fyri børn við Føroyasjúkuni og avvarðandi teirra.
Játtanirnar eru latnar av høvuðsøki 1, sum er eitt av trimum undirøkjum í Sjúkrakassagrunninum.
Føroysk áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk innan heilsuøkið í Føroyum. Feløg, ið umboða fólk, sum bera brek, sjúklingafeløg, feløg innan eldraøkið og fakfeløg kunnu søkja.
Eingin føst umsóknarfreist er til at søkja um stuðul til høvuðsøki 1. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar.