Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at samlaða stuðulsupphæddin er 3,7 mió kr., og at knappliga tveir triðingar av hesum fara til privatar verkætlanir, meðan restin fer til almennar stovnar, ið standa fyri verkætlanum, sum kunnu hava týdning fyri menning av fiskivinnuni.
Fiskivinnuroyndir er stuðulsskipain, sum Fiskimálaráðið umsitur. Umsóknir verða viðgjørdar eina ferð um árið, og er umsóknarfreistin í november mánaði.










