Stuðul latin til 13 nýggjar verkætlanir

Granskingarnevndin hevur á fundi 26. mai játtað stuðul til 13 nýggjar granskingar-verkætlanir. Játtaðar eru 6.861.761 krónur.


Granskingarnevndin hevur á fundi 26. mai játtað stuðul til 13 nýggjar granskingar-verkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 6.861.761 til verkætlanir innan økini mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi og heilsu. 


Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2014, eru: 


Mentan: 

Hans Harryson: Almendidaktiski parturin í læraraútbúgvingini 
Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - játtan kr. 497.000 


Ann Sølvia Lydersen Jacobsen: Gravir og landslag í Føroyum í víkingaøld 
Ph.d. verkætlan á University of Aberdeen - játtan kr. 1.122.903 


Náttúra og náttúrutilfeingi: 
Ása Johannesen: Persónleiki hjá rognkelsum (Cyclopterus lumpus) og hvussu hesin ávirkar teirra nyttu sum reinsifiskur. Verkætlan á Fiskaaling - játtan kr. 651.000 


Anni Djurhuus: Samanseting og vistfrøði av smáveru samfeløgum á sjófjøllum og bankum í Indiska havinum 
Ph.d. verkætlan á Oxford University - játtan kr. 298.765 

 

Agnes Mols Mortensen: Saccharina latissima (Breiðbløðkutur sukurtari) frá spora til borðisk: hvussu árstíð, tøðsølt og aldu/streym eksponering ávirka góðsku og vøkstur 
Verkætlan á Tari - Faroe Seaweed - játtan kr. 645.752 

 

Louise Meier Carlsen: Kanning og menning av vitanini hjá støddfrøðilærarum um nýtsluna av CAS í algebrafrálæruni í skúlunum. 
Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - játtan kr. 212.760 

 

Maria Dam: Menning av førleikum til at fremja kanningar av perfluoreraðum evnum í fiski í granskarasetrinum iNOVA 
Verkætlan hjá Umhvørvisstovuni, Fróðskaparsetrinum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og fleiri vinnufyritøkum á iNOVA - játtan kr. 648.000 

 

Hans Atli Dahl: Sekvensering av Norðhavssilda (Clupea harengus) genominum og menning av einum genetiskum stovnsumsitingaramboði. Hergen 2014 verkætlanin. 
Verkætlan á Amplexa Genetics og iNOVA - játtan kr. 500.000 

 

Samfelag: 
Hermann Oskarsson: Áhaldandi óeffisient útluting í smáum tilfeingistreytaðum búskapum 
Verkætlan á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - játtan kr. 340.000 

 

Heilsa: 
Magni Mohr: Møðis- og hvíldartíðin (recovery) í ymiskum vøddabólkum aftaná fótbóltsdystir í væltrenaðum leikarum - effektin av fleiri dystum við stuttari hvíldartíð 
Verkætlan á Gøteborg Universitet - játtan kr. 218.550 

 

Amanda Gratton Vang: Ein preklinisk kanning av Fosfodiesterase 8A sum eitt terapeutiskt mál í tarmbrunasjúkum 
Verkætlan á Landssjúkrahúsinum - játtan kr. 533.401 

 

Jónrit Halling: Kviksilvur dálking og D-vitamin støði í móðurlívi - sambandið millum hesi og autismu. 
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu - játtan kr. 193.650 

 

Rudi Kollslíð: Ættar hyperkolesterolemi í Føroyum 
Ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum - játtan kr.1.000.000 

 

48 umsóknir vóru um stuðul og søkt var um í alt 37 mió. kr. 

 

 

Á fundinum fegnaðust granskingarnevndarlimirnir um, at fakliga stigið á umsóknunum er hækkað munandi seinnu árini. Tey vóru samd um, at var játtanin tøk, kundi nevndin havt latið tað dupult í stuðli, tí tað vóru nógvar heilt góðar verkætlanir, sum avgjørt vóru stuðulsverdar, men sum tað ikki var rúm fyri i hesum umfarinum. 

 

Næsta umsóknarfreist hjá Granskingargrunninum verður væntandi 15. februar 2015 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2015. 

 

Longu 1. september 2014 kl. 12 er freist til at søkja stuðul til heilsugransking úr Sjúkrakassagrunninum. Neyvari kunning um hetta verður tøk í næstum. 

 

Tilsamans eru nærum 150 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2013 sæst herhttp://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=10272, skrivar Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, í tíðindaskrivi.