Hanus Samró, Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin
--------------
Í dag frættust tíðindi um, at studningurin til lesandi verður skorin við 800.000 kr.. Orsøkin er, at landsbókasavnið vil talgilda gomlu bløðini. Av tí, at samgongan heldur fast um, at útreiðslurnar skulu vera útreiðsluneutralar, hevur fíggjarnevndini funnið pengarnar hjá Studna, sum rindar studningin hjá lesandi. Nú standa lesandi púrasta spyrjandi. Merkir broytingin, at studningurin verður lækkaður? Fáa tey færri pengar um mánaðin?
Svarið er nei
Broytingin ávirkar ikki studningin. Heldur ikki komandi ár. Ella árið eftir tað. Broytingin kemur ikki at ávirka lesandi uppá nakran sum helst máta. Spuringurin er, hví skerir fíggjarnevndin játtanina.
Svarið er ógvuliga einfalt:
Studni metir á hvørjum ári, hvussu nógvir næmingar verða tiknir inn. Út frá hesum verður mett, hvussu nógv fáa studning. Í ár eru tað færri næmingar, ið fáa studning, enn Studni metti.
Tískil hava teir “avlop” á 800.000 kr.
Ávirkast játtanin í 2013?
Tað var mín fyrsti spurningur. Merkir broytingin, at játtanin til Studna verður 800.000 kr. minni í 2013?
Svarið er eisini nei.
Broytingin hevur við sær, at 800.000 kr. verða fluttar frá kontoini hjá Studna til kontoina hjá Landsbókasavninum. Ein einstøk flyting við einstakari upphædd. Tískil verður játtanin hjá Studna akkurát tann sama í 2013, sum hon var í 2012. Íroknað hesar 800.000 krónurnar.
Sama er galdandi fyri landsbókasavnið. Játtanin verður akkurát tann sama í 2013, sum hon var í 2012. Uttan hesar 800.000 krónurnar.
Sostatt verður studningurin til lesandi tann sami.