Næsta ár verður studningurin til tey lesandi í Føroyum, hækkaður.
Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Kristina Heðinsdóttir Clementsen, sum hevur havt sæti á løgtingi fyri Annitu á Fríðriksmørk, nýtti høvi til at spyrja landsstýriskvinnuna um, hvat ætlanin er at gera fyri at bøta um korini hjá lesandi í Føroyum.
Rigmor Dam sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at bøta um fíggjastøðuna hjá lesandi og at byggja bíligar leigubústaðir til ung og barnafamiljur verða bygdir. Harafturat skulu nýútbúgvin eisini kunna fáa gjald úr Als.
Landsstýriskvinnan sigur, at ætlanin er at hækka studningin til lesandi, so líðandi, og at ætlanin er at taka fyrsta stigið næsta ár.
Harafturat er ein arbeiðsbólkur júst settur at seta út í kortið, hvussu Fróðskaparsetrið kann útbyggjast og mennast og gerast til ein lestrarbýling við bústøðum og tí annars hartil hoyrir, sigur Rigmor Dam.