Studni skal spyrja aðrastaðni eisini

Stuðulsskipanin Studni kann ikki nokta at lata stuðul til eina útbúgving, bara tí ávísa útbúgvingin ikki er góðkend í Danmark, Noregi og Svøríki. Studni eigur at spyrja hini londini eisini, sigur kærunevndin hjá Stuðulsstovninum í eini avgerð

Ein føroyingur, sum tekur flogskiparaútbúgving í USA, hevur enn ikki tapt stríðið fyri at fáa útbúgvingarstuðul. Sjálvt um Studni hevur noktað at veita stuðul.
Viðkomandi søkti upprunaliga eisini at læra til flogskipara í Danmark, men av tí at danska útbúgvingin kostaði meira enn eina millión krónur og tók longri tíð, valdi hann ella hon at taka útbúgvingina í USA, har kostnaðurin var bara fjórðingurin og tók styttri tíð. Um danski skúli varð valdur, hevði kærarin fingið stuðul.
Ein annar møguleiki var at læra til flogskipara í hervaldinum, men so hevði hann bundið seg til tænastu í hervaldinum í 12 ár..
Grundgevingin hjá Studna fyri at nokta stuðul var, at útbúgvingin hvørki er góðkend av SU í Danmark, Lånekassen í Noregi ella CSN í Svøríki.
Mannagongdin hjá Studna er, at tá ið SU ikki veitir stuðul til útbúgvingar, ráðføra tey seg við norska og svenska stuðulsstovnin.

Kanska betri og bíligari
Kærarin heldur ikki, tað kann vera meiningin, at Studni skal fylgja donskum mannagongdum, tí tað kann vera, at útbúgvingar í USA eru betri og bíligari og taka styttri tíð.
Hann vísir á, at tey stóru flogfeløgini hava nógvar flogskiparar í starvi hjá sær, sum hava útbúgving frá tí skúlanum, sum hann nú gongur á. Umleið 10.000 flogskiparar eru útlærdir á hesum skúlanum síðan 1991.
Studni brúkar sum meginreglu at veita stuðul til útbúgvingar, sum SU í Danmark hevur góðkent. Tað r meginreglan, men Studni kann veita stuðul, hóast SU ikki hevur góðkent útbúgvingina, um okkurt annað Norðurland hevur góðkent hana.
- Ásetingin leggur upp til, at Studni kannar, um hini Norðurlondini veita stuðul. Men sambært upplýsingum frá Studna sær tað út til, at tað hevur tikið seg upp ein føst praksis, har Studni bert spyr Noreg og Svøríki og ikki hini Norðurlondini, sigur kærunevndin millum annað í avgerð síni.
Kærunevndin heldur ikki, at Studni hevur gjørt sína meting á nóg væl upplýstum grundarlagi og biðjur Studna viðgera umsóknina av nýggjum.