Studni kravdi pening aftur frá sjúkum næmingi

Kærunevndin metti ikki, at tað var rætt at krevja stuðulin aftur

Í ársfrágreiðingini frá Føroya Kærustovni er ein lýsing av arbeiðinum hjá kærunevndini hjá Studna. Í ársfrágreiðingini greiðir kærustovnurin frá einum máli, sum kærunevndin hjá Studna hevur avgreitt, og har kærunevndin hevur broytt avgerðina hjá Studna.

 

Studni kravdi ein lesandi at rinda 15.260 krónur aftur, sum viðkomandi hevði fingið frá januar til apríl 2016, vísandi til, at tann lesandi var meiri enn eitt ár afturúr við lesnaðinum.

 

Avgerðin varð kærd og víst varð á, at orsøkin til, at hann var afturúr, var tí hann hevði verið sjúkur.

 

Kærunevndin skrivar í sínum viðmerkingum, at trupulleikin er, at orðingarnar í reglunum um lestrarvirkni taka ikki hædd fyri sjúku. Tað var ein púra rætt meting, at tá tann lesandi var meiri enn eitt ár seinkaður við lesnaðinum, hevði hann ikki rætt til tann lestrarstuðul, sum hann hevði fingið útgoldið frá januar til apríl 2016.

 

Kærustovnurin vísir tó á, at ein treyt fyri at krevja peningin afturgoldnan er, at kærarin visti ella átti at vita, at hann móttók peningin av órøttum.

 

Júst hetta metir kærustovnurin er torført at staðfesta, tí tann lesandi hevur latið sjúkraváttanir til Setrið og júst sjúkutíðarskeiðini eru orsøkin til, at hann er afturút við lesnaðinum. 

 

- Dentur verður í hesum sambandi lagdur á, at sjúka í flestu førum verður mett sum lógligt forfall og at hædd verður tikin fyri sjúku aðrastaðni í lógini, skrivar kærunevndin hjá Studna.

 

Kærunevndin avgjørdi tí at broyta avgerðina hjá Studna.