Studni: Inntøkumarkið er hækkað

Løgtingið samtykti hin 23. desember 2011, at inntøkumarkið í sambandi við inntøkujavning av lestrarstudninginum verður hækkað úr 10.000 krónum upp til 20.000 krónur frá 1. januar 2012. Hetta merkir, at ein lesandi kann hava eina mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøku á 20.000 krónur, uttan at lestrarstudningsupphæddin verður ávirkað.

Studni kunnar nú í tíðindaskrivi um, at inntøkumørkini og studningsupphæddirnar koma framyvir at verða fylgjandi.

Er mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan: kr. 20.000 ella lægri, fæst fullur studningur: kr. 3.737

* omanfyri kr. 20.000, men kr. 21.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.363 (- 10 %)

* omanfyri kr. 21.000, men kr. 22.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.990 (- 20 %)

* omanfyri kr. 22.000, men kr. 23.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.616 (- 30 %)

* omanfyri kr. 23.000, men kr. 24.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.242 (- 40 %)

* omanfyri kr. 24.000, men kr. 25.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.869 (- 50 %)

* omanfyri kr. 25.000, men kr. 26.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.495 (- 60 %)

* omanfyri kr. 26.000, men kr. 27.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.121 (- 70 %)

* omanfyri kr. 27.000, men kr. 28.000 ella lægri, verður studningurin kr. 747 (- 80 %)

* omanfyri kr. 28.000, men kr. 29.000 ella lægri, verður studningurin kr. 374 (- 90 %)

* omanfyri kr. 29.000 fæst eingin studningur

Studni vísir á, at fyri tey, ið fáa lægra studningin, sum í mesta lagi er 1.800 krónur, eru upphæddirnar lutfalsliga lægri.

- Sum áður fráboðað, er tað bert vanligi mánaðarligi studningurin til livikostnað, ið verður inntøkujavnaður. Talan er um tær 3.737 krónur (hægri studningurin/ barnsburðarfarloyvisstudningurin) og 1.800 krónur (lægri studningurin). Ískoytisstudningarnir “barnastudningurin” og “studningurin til einsamallar uppihaldarar” verða ikki inntøkujavnaðir. Heldur ikki verða “bókastudningurin”, “vistarhaldsstudningurin” og lán frá Studna ávirkað av inntøkujavningini, sigur Studni.

Løgtingið samtykti eisini hin 23. desember 2011, at lestrarstuðlarnir ikki verða prístalsjavnaðir 1. august 2012.

- Meirilutin í Mentanarnevndini viðmerkti tó, at um samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum føra til, at lønarhækkingar verða, eigur at verða javnað sambært búskaparfrágreiðing I frá 2011, sigur Studni í tíðindaskrivi.