AAEG Barnahjálpin er føroyskt guineanskt samstarv, sum hevur til endamáls at tryggja illa støddum børnum í Guinea eina framtíð ígjøgnum skúlagongd.
A.A.E.G. er fronskmælt stytting fyri „hjálp til børn í Guinea“.
Støðan hjá mongum børnum í Guinea er svár. Orsøkirnar eru ymiskar, men síggjast serstakliga í kjalarvørrinum av afturvendandi borgarakríggjunum í londunum rundanum, politiska ófriðnum, HIV smittuni, fátækradøminum og bundinskapinum av andadyrkan. Í hesum at kalla minulagda umhvørvinum missa tílík børn alla vón.
Við endamálinum at geva vón til vónleys børn, arbeiða guineanski Pastor Daniel Tolno og kona hansara Marie saman við kristnu familjunum í lokalumhvørvinum, við at stuðla børnum frá trongum familjukorum í at sleppa í skúla og at vísa teimum ta forsømdu foreldraumsorgan, sum tey hava tørv á. Henda hjálp verður veitt í fjølbroytni, uttan mun til kyn, etniska og átrúnaðarliga bakgrund hjá børnunum.
Tá ið tú stuðlar einum barni í at koma í skúla, so gevur tú tí eina framtíð, og kemur hetta at ávirka alla familjuna eins og ringar á einum vatni. Eitt dømi um hetta er søgan um hin fyrsta drongin, sum Daniel Tolno sum ungur byrjaði at stuðla til skúlagongd í 1994. Frá eini vónleysari tilveru við alkoholikaraforeldrum, hevur hesin drongur við tíðini bæði kunnað tikið universitetsprógv og hjálpt allari familjuni, og hevur hann síðan takkað Daniel stórliga fyri hesa lívsbroytandi hjálp.
Stuðulin úr Føroyum er bygdur á eitt tætt vinarlag ímillum undirritaða og Pastor Daniel Tolno, og gávur og brøv fara sostatt óskerd til beinleiðis at gera mun, og kom peningurin fram í øllum góðum áðrenn skúlabyrjan í fjør summar – ein hending, sum nú gleðir børn og familjur ómetaliga og birtir afturvendandi takksemi mótvegis stuðlunum í Føroyum. Tað kostar minni enn 1000 krónur at tryggja einum barni skúlagongd í eitt heilt ár.
Við skúlaárið 2013-2014 vaks talið av børnum, sum verða stuðlaði úr Føroyum, frá tveimum til átta børn. Gávurnar úr Føroyum hava skapt eitt gott samband ímillum Tolno hjúnini og tær muslimsku og animistisku familjurnar rundan um børnini, tí tær síggja ein sterkan vitnisburð í tí arbeiðinum, sum Daniel og Marie gera fyri børn teirra.
Enn kemur AAEG barnahjálpin fram á børn, sum ikki ganga í skúla, og síggja vit fram til at stuðla 20 børnum afturat teimum 30, sum verða stuðlaði í skrivandi stund. Ætlanin er eisini at byggja ein hjálparmiðdepil og eru barnalegur á skránni í summar.
Ert áhugaður í at frætta meir um hetta hjálpararbeiði, stuðla einum barni persónliga ella annað, so kanst tú seta teg í samband við napsmith@meyl.fo ella á 260524.