Stuðla H71 í trý ár aftrat

H71 og SMS/Bónus hava longt lýsingarsamstarvið við trimum árum, og tað merkir millum annað, at SMS fíggjarliga hjálpir til, nú kvinnurnar eru víðari í EHF Europa Cup-kappingini.

 

Anna Dam, forkvinna í H71, og Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS, skriva undir sáttmálan

Tað skrivar H71 á heimasíðuni:

Líka síðani Bónus-handilin læt upp í Hoyvík, hevur SMS/Bónus verið ein av høvuðsstuðlunum hjá H71, og tað er felagið eisini takksamt fyri, tí stóra arbeiðið í felagnum krevur góðan og breiðan fíggjarligan rygg.

– Vit eru fegin um at stuðla í Hoyvík og ásanna, at arbeiðið sum H71 ger fyri børn og ung, er sera týðandi. Eisini er at fegnast um, at kvinnuhondbólturin veruliga er komin fyri seg í Hoyvík nú, sigur Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS.

Anna Dam, forkvinna í H71, leggur dent á týdningin av stuðlinum frá SMS/Bónus og sigur, at uttan slíkan stuðul var ikki møguligt at geva børnum og ungum eitt munagott tilboð.

– Eisini fegnast vit um, at SMS hevur valt at veita beinleiðis fíggjarligan stuðul til luttøkuna hjá felagnum í EHF Europea Cup-kappingini. Tað staðfestir, at SMS er ein týðandi viðspælari í at menna føroyskan hondbólt við tí stuðli, ið verður veittur bæði lokalt og til HSF, sigur H71-forkvinnan.

 

Anna Dam, forkvinna í H71, og Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS, skriva undir sáttmálan