Teir fyrstu tímarnar á Frigg hevur veðrið verið gott, og serliga er tað barnafamiljurnar ið hava verið og vitja festivalin. Tað er ikki bert tónleikabólkarnir ið hava havt nógva vitjan, tí fólk hava eisini verið ein túr framvið teimum ymisku básunum, og hugt hvat teir hava at bjóða. Umframt fleiri føroyskar básar, eru eisini nakrir útlendskir, og ein teirra er básurin Inuit Sila úr Grønlandi.
Ætlanin við básinum er at stuðla kópaveiðuni í Grønlandi, ið hóast tað at hon er 100% burðardygg, møtir nógvari mótstøðu, serliga frá ES og Greenpeace. Hetta hevur havt við sær at kópaveiðimenn hava havt tað sera trupult, og felagsskapurin Inuit Sila hevur sum endamál at hjálpa kópaveiðimonnunum, við millum annað at fáa boðskapin út um at kópaveiðan er burðardygg.
- Vi står ud for samme forhindringer som færinger gør i forhold til grindedrab, sigur Naja Matzfeldt, ið er ein av fyriskiparunum aftanfyri felagsskapin Inuit Sila.
Eisini ynskja tey at stuðla við at selja ymiskar vørur úr kópaskinni, og um ein ynskir, kann ein eisini keypa armbond úr kópaskinni, har peningurin óskerdur fer til at stuðla grønlendsku kópaveiðuni.