Ólavur Jakobsen er ein av stórstu tónleika úrmælingum í Føroyum. Hann er virkin í tónleikabólkinum Aldubáruni, ið hann var við til at stovna.
Ólavur hevur framført sum solistur og kamartónleikari kring Evropu,i Suður-Afrika og í U.S.A og hevur innspælt við ørgrynnu av tónleikarum og tónaskøldum. Javnan er hann á konsertferð uttanlands. Seinni í heyst fer hann á longri konsertferð til tey Baltisku londini.
Rúm er einans fyri 25 fólki til hesa forkunnugu konsert, ið verður hildin í upptøkustudionum hjá Studio Bloch.
Atgongmerki kunna bíleggjast við at skriva til Studio Bloch her á Facebook, ella við at ringja á telefon 226273
Á Studio Konsert í Studio Bloch 5 juli kemur Ólavur at framføra á klassiskum guitar:
Fransisco Tarrega (1852-1909)
- Lagrima (Preludio)
- Adelita (Mazurka)
- Maria (Gavota)
- Marieta (Mazurka)
- Capricho Arabe (Serenata)
Johann Sebastian Bach (1685-1750)
Lutsuita nr. 1 (BWV 996)
- Allemande
- Sarabande
- Bourrée
- Gigue
Sunleif Rasmussen (f. 1961)
Suite for guitar (2007)
- Preludium
- Allemande
- Courante
- Sarabande
- Gigue
Isaac Albeniz (1860-1909)
- Mallorca (Barcarola)
Augustin Barrios (1888-1944)
- Vals opus 8, nr. 4
Óli Jógvansson (f. 1969)
- Forever Gone (2014) frumframførsla av solo-guitarútgávu