Í skúlaárinum, sum nú av álvara er farið at halla, hevur ein hægri handilsskúla flokkur á Kambsdali verið tað, teir kalla ein telduflokkur. Tað hevur verið gjørt eitt sindur burturúr hesum í fjølmiðlunum, og m.a. landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur givið sítt vælsignilsi til royndarætlanina.
Talan hevur verið um royndir, ið ikki eru gjørdar í føroysku miðnámsskúlunum áður. Í fjør hevði handilsskúlin á Kambsdali ein telduflokk í fyrsta HH flokki, og í komandi ári verður royndin endurtikin í báðum fyrsta HH flokkunum.
Og nú sær tað út til, at Kambsdalur eisini verður undangongustaðið, tá tað ræður um royndir við telduflokki í studentaskúlunum.
Á síðsta lærararáðsfundi var spurningurin um telduflokk viðgjørdur, og ein av niðurstøðunum var, at skúlin skuldi spyrja seg fyri hjá næmingunum, sum koma inn á skúlan í summar, um teir eru áhugaðir at vera við í einari tílíkari ætlan.
Teir 30 næmingarnir, sum skulu byrja í fyrsta málsliga flokki í august, hava fingið fyrispurning frá skúlanum, um teir eru áhugaðir í at taka lut í serligum telduflokki, og so at siga allir hava svarað, at tað eru teir.
Ætlanin fyri
í næstu viku
Sámal í Skorini, rektari á Eysutroyar Studentaskúla og HF skeiði, sigur, at nú tað er staðfest, at næmingarnir eru hugaðir at taka lut í ætlanini, verður arbeitt víðari.
Á síðsta lærararáðsfundi løgdu nakrir lærarar síni sjónarmið fram um hvussu teldan nógv meiri enn higartil kann vera amboð í undirvísingini, og tá varð ein bólkur settur, sum til næsta lærararáðsfund, sum verður hósdagin í komandi viku, skuldi koma við eini meira nágreiniligari ætlan um, hvussu farast skal til verka.
Um lærararnir taka undir við tí, sum bólkurin kemur við í næstu viku, so verður farið undir royndirnar eftir summarfrítíðina. Landsskúlafyrisitingin hevur langt síðani givið sítt viðmæli til, at teldan verður brúkt meiri í undirvísingini enn hon hevur verið hgartil, men fyrisitingin fer at verða kunnað um ætlanina, áðrenn hon verður sett í verk.
Tveir málsligir flokkar verða á skúlanum eftir summarfrítíðina, og í hvussu so er annar teirra og kanska báðir verða tað, teir kalla telduflokkur.
Fylgja krøvunum
Rektarin í Studentaskúlanum á Kambsdali sigur, at hann ivast ikki í, at teldan innan heilt stutta tíð yvirhøvur verður nógv meiri brúkt í skúlunum, enn hon verður brúkt nú:
Tað er ikki ein spurningur, um vit skulu gera meiri brúk av telduni, enn vit hava gjørt higartil, men heldur, nær og hvussu vit fara undir royndirnar. Vit hava internet á skúlanum, og nýtslan av tí økist við rúkandi ferð. Teldan tykist fara at gerast hvørs mans amboð um stutta tíð. Tað verður m.a. tosað um 3home banking3, sum merkir, at fólk skulu hava møguleika at avgreiða nógv av sínum viðurskiftum við peningarstovnarnar umvegis telduna. Hetta eru bara dømi um, har teldan broytir gerandisdagin hjá fólki og serliga ungdóminum, og so mugu vit vera við.
Rektarin heldur eisini, at tað er sera týdningarmikið, at skúlin megnar at nøkta krøvunum, sum ungdómurin setur til útbúgvingartilboðini, og kanningin, ið skúlin nú hevur gjørt millum teirra, sum skulu byrja í summar, letur ongan iva vera um, hvat tey sekstan til átjan ára gomlu vilja hava.
Okkara uppgáva er at bjóða næmingunum eina undirvísing, sum bæði gongur ynskjunum hjá næmingunum á møti og samstundis er í tráð við krøvini, sum eru ásett í kunngerðin fyri fakini.
Úrslitið og fíggingin
Rektarin undirstrikar, at tey í studentaskúlanum á Kambsdali eru greið yvir, at úrslitini av sovornum royndum, sum teir nú fara undir, eru nær tengd at, hvussu væl royndin er fyrireikað:
Vit kunnu læra av royndunum, sum aðrir hava gjørt, og vit kunnu umhugsa, hvussu tað kann lata seg gera at fáa sum mest burturúr í ymsu lærugreinunum. Tað er alneyðugt at ansa eftir, at fakligu málini og krøvini ikki verða burtur, tí øll orka verður brúkt til tekniskar snildir. At finna røttu javnvágina í hesum sambandi er alneyðugt. Næmingarnir skulu framvegis hava eina fakliga útbúgving, umframt at teir hava fingið ein nýmótans IT førleika.
Næmingarnir skulu hava hvør sína teldu, og telduútbúnaðurin á skúlanum skal útbyggjast. Fíggjarligi parturin er ikki komin uppá pláss enn, men tað er greitt, at næmingarnir skulu sjálvir fíggja ein part, og at skúlin eisini skal hjálpa til.