Kambsdalur: Tað hevur ikki verið uttan trupulleikar, at Studentaskúlin og HF-skeiðið á Kambsdali hava megnað at gjøgnumføra tær skrivligu próvtøkurnar. Síðani verkfallið byrjaði hevur busssambandið verið óregluligt, og tí eru næmingarnir ikki slopnir í skúla á Kambsdali uttan privatbil.
? Vit høvdu seinastu skrivligu próvtøkuna í gjár. Men tað er ikki uttan trupulleikar, at vit eru komin ígjøgnum tær skrivligu próvtøkurnar. Sjálvur havi eg ringt til fólk um kvøldarnar og spurt um tey hava funnið sær bil til morgunin eftir, og roynt at fingið tað at gingið so nøkunlunda, sigur Sámal í Skorini, rektari á Kambsdali.
Og sum støðan er nú, so er ongin studentur ella HF´ari, ið verður liðugur í summar, sum vantar nakra skrivliga próvtøku.
? Vit hava eisini skrivligar ársroyndir í løtuni, og vit gera alt fyri at fáa tað ígjøgnum, men har hevur tó onkur mangla, sigur Sámal, sum tó leggur dent á, at ongin verður blakaður úr skúlanum, tí tey ikki kunnu koma vegna vantandi bensin ella olju.
Stríð
Verkfallið hevur kostað nógv eyka stríð hjá skúlanum. Serligir trupulleikar hava verið við teimum skrivligu próvtøkunum, sum skulu niður til Danmarkar at rættast, tí postsambandið hevur verið óregluligt.
? Men vit hava roynt at fingið alt at ganga. Vit lótu Mentamálráðnum uppgávurnar, sum síðani hava sent tær niður til Danmarkar við persónum, sum tey vistu áðrenn skuldu niður, greiðir rektarin frá.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at skúlin á Kambsdali hevur trupulleikar av verkfalli. Hetta er hent áður, men tá hevur tann størsti trupulleikin verið, at Dúgvan ikki hevur siglt, og tí eru næmingarnir í Klaksvík ikki slopnir yvirum. Men henda støðan er so ikki íkomin í ár.
? Vit hava tikið nógv fyrilit fyri verkfallinum. Millum annað hava vit havt skrivlig uppgávusett liggjandi í Klaksvík, so um so skuldi borið á, at næmingarnir ikki sluppu til Kambsdal, so kundu teir fara út á HF-skeiðið at taka próvtøkuna har, sigur Sámal í Skorini.
? Hetta hevur kostað okkum nógv eyka stríð og nógv eyka fyrilit skulu takst. Vit hava eisini fólk í húsinum, sum eru ovurviðkvom, og tey hava trupulleikar av tí, nú tað ikki verður vaskað.
Rektarin á Kambsdali sigur, at tað er vorðið til eina raðfesting.
? Vit gera alt fyri, at studentarnir og HF´arnir kunnu fáa teirra prógv til tíðina, og vit ætla at gera alt fyri, at tað skal halda.
Munnliga próvtøkuætlanin er tætt pakkað. Próvdómarar koma úr Danmark, og tá skal alt klappað tí ætlanin hjá teimum er full, tí teir skulu eisini til Klaksvíkar, Havnar og Suðuroyar at vera próvdómarar.
Men Sámal í Skorini, rektari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali , metir, at nú er skúlin komin yvir tað ringasta.