Studentaskúlin spreingist

Antin má Føroya Studentaskúli og HF-skeið byggja eina lon aftrat, ella má skúlin út at leiga høli

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum er aftur í ár komin í neyð, tí so nógvar umsóknir eru komnar inn á skúlan.
Aftur i ár eru met nógvar umsóknir komnar inn, 268 til studentaskúlan og 105 til HF. Tað eru næstan 50 fleiri enn í fjør.
Skúlin hevur skyldu til at taka inn allar skikkaðar umsøkjarar til studentaskúlan. Teir flestu eru skikkaðir, og tí verða tíggju nýggir flokkar tiknir inn komandi ár, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari.
Tað verða fýra málsligir flokkar og seks matematiskir.
Skúlin fær brúk fyri tveimum vanligum skúlastovum aftrat og einari stovu til evnafrøði.
Rektarin samráðist nú við Mentamálaráðið um, hvussu hølistrupulleikin skal loysast.
Annar møguleikin er at fara út í býin at leiga høli, og hin møguleikin er at byggja eina lon aftrat.
- Skal ein long byggjast aftrat, verður hon ikki so stór sum tann, vit fingu í fjør, men avgerðin má takast skjótt, um ein lon skal byggjast, tí hon má vera liðug, tá skúlaárið byrjar, sigur Mikkjal Helmsdal.
Ein triði møguleiki kundi verið at skarvað av HF-umsøkjarunum, men skúlin hevur fingið at vita frá Mentamálaráðnum, at tað verður av ongum.