Studentaskúlin fremstu raðfesting

Sambært Jógvani á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum er ongin ivi um, at hølistrupulleikarnir í Hoydølum hava fremstu raðfesting eftir valið

Í sambandi við 70 ára haldið í Studentaskúlanum í Hoydølum leygardagin flutti landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, fram røðu. Og sjálvandi nam hann eisini við karmarnar, sum næmingar og starvsfólk skúlans virka undir í gerandisdegnum.

- Uttan mun til, hvussu politiska landslagið fer at síggja út eftir valið, so verður hetta ein av teimum fyrstu uppgávunum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum skal taka støðu til, segði hann í røðu sínari.

Landsstýrismaðurin segði eisini, at skúlabygningurin er 42 ára gamal, og hann er fullkomiliga niðurslitin.

- Tað er breið politisk semja um, at tøk skulu takast fyri at betra um umstøðurnar hjá skúlanum, og at fáa hetta gjørt, liggur frammarlaga, segði hann. Eisini greiddi hann frá, at landsstýrið hevur hesi seinastu árini raðfest skúlabygging frammarlaga.

- Vit kunnu fegnast um, at úrslitið er, at fleiri miðnámsskúlar nú verða bygdir eftir átrokandi tørv í áratíggjur. Samtykt er, at nýggjur tekniskur skúli og handilsskúli verður bygdur í Marknagili, tekniski skúli í Klaksvík verður útbygdur, skúladepil verður bygdur í Suðuroy og Fiskivinnuskúli í Vestmanna. So vit kunnu siga, at tá ið tað kemur til miðnámsskúlar, so er í veruleikanum bara eftir at loysa hølistrupulleikarnar hjá hesum skúlanum, segði landsstýrismaðurin.

- Eg kann ikki standa og lova nakað her í dag, men eg taki undir við ynskinum og vónini hjá rektaranum um, at hátíðarhaldið, tá ið skúlin verður 75, kann haldast í glæsiligari hølum, segði Jógvan á Lakjuni í røðu sínari.