Studentaskúlarnir mangla dynamikk

Leiðslurnar á studentaskúlunum mangla í dag ræðisrúm at skapa dynamiskar útbúgvingar og spennandi arbeiðspláss, men rektararnir á studentaskúlunum øvunda ikki hinum miðnámsskúlunum teirra skúlastýri. Kravið er professionell stýri, ársnorm og veruligt sjálvræði. Hetta leggur álitið um nýggjar miðnámsdeplar eisini upp til

Í dag eru studentaskúlarnir almennir stovnar, meðan teknisku skúlarnir og handilsskúlarnir eru sjálvsognarstovnar. Rektarnir á studentaskúlunum halda báðir, at depilsstýri kunnu skapa eina meira dynamiska leiðslu, men teir hava ongan hug bara at kopiera tey stýri, sum hinir skúlarnir hava.

- Tað skulu vera ítøkilig, professionel krøv til stýrislimirnar. Tí um stýrini ikki verða kompetent, verður tað eitt afturstig í mun til í dag, sigur Sámal í Skorini. Hann heldur, at krav skal setast til bæði teirra menniskjafatan og samfelagshugsan.

- Her hugsi eg ikki um politiskan lit, men limirnir í stýrinum mugu hava eina visión fyri, hvussu føroyska samfelagið skal klára seg í kapping við onnur lond, samstundis sum vit ikki missa einstaka menniskja burtur.

Mikkjal Helmsdal leggur eisini dent á, at fólkini í stýrunum mugu hava fingurin á pulsinum. Tey kunnu koma frá universitetum ella arbeiðsgevarum, men neyðugt er, at tey hava førleikarnir, sum gera stýrini til góðan kjakbróður og kelda til íblástur. Her heldur Sámal í Skorini, at tað kanska hevði verið eitt gott hugskot eisini at fingið fólk uttanlanda uppí

- Tað hevði verið gott við fólki, sum tora at provokera og bróta tað innetna, tí føroyska skúlaskipanin hevur tørv á fólki sum tora at siga tingini, sum tey eru og tora at ganga undan, sigur hann.

Endurskoðanin av miðnámsskúlaskipanini leggur upp til, at deplarnir skulu vera sjálvsognarstovnar við professionellum stýrum. Í dag hava trý fólk í Mentamálaráðnum ábyrgd av at taka sær av øllum miðnámsútbúgvingum. Við einari so avmarkaðari miðfyrisiting metir arbeiðsbólkurin handan álitið, at tað er skilabest at flyta umsitingarligu stýringina frá myndugleikanum út á teir tríggjar deplarnar, sum skulu koma í staðin fyri allar núverandi miðnámsskúlarnar.


Størri ræðisrúm

Dagliga leiðslan í deplunum verður sett saman av depilsstjóranum og leiðslunum fyri hvørt økið. Námsfrøðiliga ábyrgdin skal liggja hjá økisleiðslunum, og depilsstjórin skal tryggja, at tær hava neyðugu karmarnar at virka undir.

Bæði Mikkjal Helmsdal og Sámal í Skorini vænta, at samanspælið millum depilsleiðslu og økisleiðslur fer at skapa ein nýggjan dynamikk. Men hetta er treytað av, at leiðslurnar veruliga fáa møguleika at seta dagsskránna.

- Tað er neyðugt, at leiðslurnar fáa eitt ræðisrúm, sum ikki er ov avmarkað, sigur Mikkjal Helmsdal. Í Danmark eru miðnámsskúlarnir eisini gjørdir til sjálvsognarstovnar, men sjálvræði hevur víst seg at vera sera avmarkað, tí teir verða deteljustýrdir omanifrá.

Rektarin á Føroya Studentaskúla kundi hugsa sær, at depilsstjórarnir fingu møguleika at samráðast um í øllum førum ein part av lønini hjá lærarunum. Í dag arbeiða lærarnir eftir einum vikunormi, men Mikkjal Helmsdal staðfestir, at ein ársnormur er ein fyritreyt fyri, at depilsleiðslurnar fáa rúm at arbeiða bæði við strategiskari og námsfrøðiligari menning.

- Tað er frustrerandi sum leiðari at vera so bundin, at tú ongan møguleika hevur at seta tíð av til førleikamenning, ráðlegging og skeiðir, sigur hann.

Studentaskúlarnir eru í dag í størri mun enn hinir miðnámsskúlarnir merktir av siðbundnari undirvísing, og hetta heldur Mikkjal Helmsdal kann hava sínar røtur í vikunorminum, tí toymisarbeiðið og verkætlanararbeiðið krevur eitt annað arbeiðsstev.

- Komandi árini fer eitt heilt ættarlið av lærarum frá vegna aldur, og tí hevur tað alstóran týdning, at vit verða før fyri at draga tey góðu fólkini til okkara, sigur Mikkjal Helmsdal.

Endurskoðanin, sum var handað landstýrismanninum í mentamálum hesa vikuna er ein strategisk gjøgnumgongd av, hvussu ein nýggj, dagførd skúlaskipan í Føroyum kann síggja út. Arbeiðsbólkurin var mannaður av rektarum og skúlastjórum, og teir hava ikki viðgjørt broytingarnar niður í smálutir. Hetta skulu arbeiðsbólkar seinni í holt við, og spennandi verður, hvussu hetta arbeiðið fer at ganga, tí sum Mikkjal Helmsdal sigur, the devil is in the detail.