Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara og Fíggjarmálastýrið hava samráðst um sáttmála, men partarnir eru farnir hvør til sítt. Eingin nýggjur fundur er avtalaður.
Lærararnir samráðast ikki saman við øðrum feløgum hesaferð, tí lærararnir ætla at gera nakað við, at teir síðani 1989 hava verið eini 5% aftanfyri onnur akademikarafeløg, ið teir semmeta seg við, tá tað snýr seg um arbeiðskor og útbúgvingarviðurskifti. Felagið sigur, at tá onnur væntandi fáa 6,5% lønarhækkan, so krevur felagið 11,5%. Hetta gjørdi felagið einki við í 1993, 95 ella 97, men nú skal tað vera, sigur felagið.
Øll somu lønarhækkan
Felagið sigur í tíðindaskrivi, at tað er trupult, og í summum lærugreinum ógjørligt, at fáa kvalifiseraða arbeiðsmegi til skúlarnar. Felagið ivast ikki í, at arbeiðsviðurskiftini og lønarlagið er orsøkin.
Yrkisfelagið hjá studenta- og HF-lærarum metir, at tað bøtir ikki um, støuna, at fíggjarmálastýrið tykist hava læst seg fast á, at øll skulu hava somu lønarhækkan og at fíggjarmálastýrið ikki tykist vilja hoyra um avtaluna frá í fjør um, at vanliga skulu í mesta lagi 24 næmingar vera í hvørjum flokki.
Tí hevur felagið nú mett, at neyðugt er við tiltøkum og tað fyrsta er sett í verk. Tann 27. apríl deponeraðu limir felagsins árskarakterirnar hjá næmingum í 3 stundentaskúlaflokki.
Holger Arnbjerg, formaður í Yrkisfelag Studenta og HF-lærara sigur , at hetta merkir, at ístaðin fyri at rektarin fær karakterirnar, so eru teir latnir álitisfólkunum í varðveitslu. Um talan verður um fleiri tiltøk ella møguligt verkfall, dugir hann ikki enn at siga, men tað metir hann tíðin vil vísa. Hann vónar tó, at semja fæst í lag við samráðingum.









