Studentaskúlalærarar harta Gerhard

Fakfelagið hjá HF- og studentaskúlalærarum mótmælir, at ivi verður sáddur um førleikan hjá samkyndum at vera lærarar og pedagogar

Yvirlýsing
 
 
Nógv hevur verið kjakast í seinastuni um rættindini hjá samkyndum í Føroyum. Ikki minst hava Mogens Tilsted Christensen, prestur í Hvalvík, og Gerhard Lognberg, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, verið hartaðir fyri at hava sagt, at samkynd eftir teirra tykki ikki eiga at fáa starv sum lærarar ella námsfrøðingar.
Í yvirlýsing, sum er skrivað fríggjadagin 27. januar, loysir Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara frá posabandinum:
 
 
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara harmast um og átalar ta niðrandi viðferð samkynd hava fingið í Føroyum.
 
Serliga átala vit, at spurnartekn verður sett við teirra førleika at starvast í undirvísingar- og uppalingarhøpi.
 
Slík framferð er óetisk og hoyrir ikki heima í einum siviliseraðum, demokratiskum samfelagi.