Støðan hjá einum parti av teimum 2,5 miljónum studentunum í Fraklandi er vánalig, og tey eru mong sum liva undir fátækramarkinum. Studentafelagsskapurin í landinum - FAGE - sigur, at mong lesandi er sera hart rakt í koronu-kreppuni. Mong høvdu eitt ískoytisarbeiði við síðuna av lesnaðinum, har tey kundu tjena sær nakrar eyka krónur, men nú matstovuvinnan er stongd, er hesin møguleiki ikki.
Bíðirøðirnar við svongum studentum, sum kunnu bíða í fleiri tímar eftir mati og øðrum neyðsynjarvørum, eitt nú til persónligt reinhald, eru langar í franska høvuðsstaðnum, og bíðirøðirnar gerast bara longri og longri, skriva franskir miðlar. Matbankar hava eisini gjørt vart við, at talið av studentum, sum tørva mat, bara veksur.
Frakland er eitt av harðast raktu londunum í heiminum í koronu-kreppuni, og í langar tíðir hevur øll matstovuvinna verið stongd. Arbeiðsloysið millum tey 20 til 30 ára gomlu er vaksið fýra ferðir so nógv sum í øðrum aldursbólkum, og tað eru tey ungu, sum rinda hægsta prísin fyri tiltøkini. Franska tíðindarásin - LCI - upplýsir, at ein fjórðingur av fronsku studentunum liva undir fátækramarkinum.
Tað eru eisini felagsskapir í Fraklandi, sum býta mat út til studentar, og ein av hesum er Linkee, sum hevur sjálvboðin at býta út 20.000 máltíðir hvørja vku. Aðrir felagsskapir hjálpa studentunum við neyðsynjarvørum til persónligt reinhald. Tørvurin á slíkum felagsskapum er stórur, tó at franski forsætisráðharrin, Emmanuel Macron, í januar tók stig til at hjálpa studentunum.
Hjálpin hjá forsætisráðharranum snúði seg um, at kantinur á hægri lærustovnum skuldu lata øllum studentum, sum ynskja tað, tvær máltiðir um dagin fyri eina evru um dagin. Men, hesin møguleiki er bara ikki nóg mikið til at nøkta tann velduga stóra tørv sum er. Ein trupulleiki er eisini, at fleiri kantinur eru stongdar.
Formaðurin í studentafelagsskapinum FAGE, Paul Mayaux, sigur, at tað eru studentar í Fraklandi sum beinleiðis svølta. - Tey gráta, tá tey seta seg í samband við sjálvboðin, sum hjálpa teimum við mati, sigur hann við franskar miðlar.