Árliga studentaráðstevnan hjá Norðuratlantsbólkinum verður hósdagin í Felagssalinum á Christiansborg. Føroyskir, grønlendskir, norskir, íslendskir og danskir politikarar taka lut. Studentaráðstevnan verður hildin undir
heitinum ?Norðuratlantshavið og ES? og kjakast verður um hvussu framtíðar politiska
kortið fyri Norðuratlantshavið fer at myndast, so hvørt sum samanrenningin og
samstarvið millum norðurlond og ES gerst alsamt størri.
Á ráðstevnuni luttaka, umframt Høgna Hoydal og Sofiu Rossen, danski
forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, Føroya Løgmaður Kaj Leo Johannesen,
føroyski Innlendismálaráðharrin, Annika Olsen, stjórin á grønlendsku sendistovuni í
Keypmannahavn, Tove Søvndahl Pedersen, limur í Europaparlamentinum, Morten
Messerschmidt, frá danska fólkaflokkinum, Forsetin í Norðurlandaráðnum, Helgi
Hjørvar, frá Íslandi, stórtingsvalevni hjá Norska Sosialistiska Vinstraflokkinum og
nevndarlimur í felagsskapinum ?Nej til EU?, Kirsti Bergstø. Úr danska fólkatinginum
luttaka Anne Grethe Holmgaard frá SF, Lone Dybkjær, frá Radikale Venstre og Line
Barfod frá Eindarlistanum
Freistin at tekna seg til ráðstevnuna er á midnátt í kvøld










